04. feb. 2026
Kvæðastevna í Norðurlandahúsinum.
Ein góður dagur í Nlh við eini rúgvu av glaðum og dugnaligum børnum, sum vóru komin saman at hugna sær við føroyskum dansi og dansispølum. Tiltakið var væl skipað. Har var sagt frá søgum úr kvæðum, dansað fø dans, dansa dansispøl oa. Tiltakið endaði við einum braki, tá Hamradun trinu á pallin við sínum tulkingum av kvæðum. Ein sera væleydnaður dagur.