Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Um skúlan

Um skúlan.

Í myndini omanfyri sæðst skúlin undir bygging í 1969

Skúlin í Nólsoy varð liðugt bygdur í 1970. Seinastu árini er bygt uppí, bjálvað og ventilatiónsskipan er sett upp.

Her eru - afturat lærarastovu og skrivstovu - 2 vanligar skúlastovur og ein serstova, ið eisini verður nýtt til forskúla. Í skúlanum er eisini smíðstova, køkur, tónleikarúm og bókasavn. Fimleikahøll er eisini. Skúlagarðurin er í stødd til hondbóltsvøll, býttur í tveir partar, har eystari parturin hevur bleytt undirlag og fótbóltsm´a´l, meðan vestari parturin hevur kurvabóltskurvar. Klintriøki er í sandkassanum,

Viðurskiftini eru góð við atliti at rørslutarnaðum. Hurðarnar omanfyri eru el-stýrdar og á wc'inum til rørslutarnað, er eisini brúsa. Fer ein koyristólur inn omanfyri, er eingin gátt, ið forðar brúkara at sleppa til ymsu rúmini í skúlanum. Tíanverri er atkomumøguleikin til smíðstovuna tó ikki gjørd við atliti at koyristóli.

Næmingar ganga í 1. – 7. flokki. Skúlin hevur haft forskúlalíknandi tilboð fyri børn í forskúlaaldri. Lærararnir eru 2.

Í skúlanum er bókasavn, ið opið er fyri almenningi, týsdag kl. 17 til 19.

Skúlin verður somuleiðis nýttur til kvøldskúla, kórsang og ymisk tiltøk. 

Skúlin verður læntur til ymisk tiltøk, so sum Nóllywood og aðrar arbeiðsdagar, men gist verður ikki í skúlanum og leigað verður ikki út til veitslur.

Skipað hevur verið við lektiu-café.

Fleiri myndir.