Búmerkið hjá felagnum
03. jun. 2026

Lýsing eftir lærar ella námsfrøðingi.

Nólsoyar skúli lýsir eftir lærara ella námsfrøðingi

 

Søkt verður eftir lærara ella námsfrøðingi til forskúlalíknandi tilboð í Nólsoyar skúla, skúlaárið 2026/2027. Talan er um tíðaravmarkað lærarastarv, lønarbrotið er 0,375. Harumfram tørvar okkum avloysara til fyrifallandi tímar, vegna skeið, sjúku og annað.

 

Um skúla

Í Nólsoyar skúla komandi skúlaár, eru 7 næmingar í forskúlalíknandi tilboði og 12 næmingar frá 1. til og við 7. flokki. Skúlin samstarvar við Eysturskúlan, Velbastaðar skúla og Kaldbaks skúla. Samstarvið  er millum annað, við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.

 

Vit vænta, at tú:

Arbeiðir eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans.

Dugir at samstarva og ert fyrikomandi.

Sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

Torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini.

Hevur áræði til at taka ábyrgd.

Ert stundvís og røkin.

Vilt fevna um ymisleikan hjá næmingunum og styrkja felagsskapin.

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving, ella prógv sum námsfrøðingur.

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan, ella eftir sáttmala Føroya Pedagogfelag.

 

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða skúlanum í hendi, í seinasta lagi hósdagin 18. juni 2026 klokkan 12.

 

Umsóknin verður stílað til:

Báru Traustadóttur, skúlastjóra,

teldupostur bara.traustdottir@skulin.fo

 

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Nólsoyar skúli

Í Geilini 46

270 Nólsoy

 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til

Báru Traustadóttur, telefon 258582